- Tíðindi, mentan og ítróttur
Credo
Credo: »Tá eg verði gamal«
03-04-2022
Sendingin snýr seg um røktarstarvsfólk, ið ganga illa um eldri fólk, sum krevja umsorgan
Forráan er eitt hugtak fyri einari gongd, har ein gerst meira og meira ráur. Tá ið fakligheitin ikki er nóg mikið ella ikki røkkur til, at vandi er fyri forráan.
Í máttloysisstøðum kann tað gerast í lagi, og góðtikið at skelda út, tosa harðari, kveistra fólk burtur, gera til láturs, ignorera og revsa - eisini hjá professionellum, sum vita betri.
Hetta sigur danski sálarfrøðingurin, Dorthe Birkmose, sum hevur varpað ljós á trupulleikan í ymskum samanhangum, tá starvsfólk hava borið seg ill at.
Hon er gestur í sendingini Credo.
Credo
Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju.
Vertur: Armgarð Arge
Marjun Tausen minnist aftur á ein barndóm, sum var merktur av ótta og stúran. Tí tá Marjun einans var seks ára gomul, byrjaði ein familjulimur at gera seg kynsliga inn á hana
05-02-2023
"Tað eru ov mong, sum vilja snakka og ov fá sum vilja lurta."
26-12-2022