- Tíðindi, mentan og ítróttur
Credo
Credo: Hava øll rætt til eitt kynslív?
17-09-2017
Hóast brek, so hava flest menniskju eina kynsliga tráan
Ráðstevna hevur verið í Føroyum, har ljós varð varpað á menniskju, sum bera brek og vantandi kynslív.
Menniskjan er sál, likam og andi, men sagt verður, at hóast fólk bera eitt brek, so hava tey eina tráan.
Men hvør lurtar eftir teirra ynskjum ella spyr tey?
Hetta eru torførir, etiskir spurningar, sum samfelagið hevur aftrað seg fyri at tosa um.
Gestir í sendingini er Jens Rydstrøm, professari við Universitetið í Lund.
Credo
Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju.
Vertur: Armgarð Arge
Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu, er gestur í hesi serstaku jólaútgávuni av Credo, ið er snýr seg um sálmaskaldið B. S. Ingemann
26-12-2023
Tá børn skeiklast, tí foreldrini ikki megna at geva barninum tryggan barndóm.
03-12-2023
Menn eru meira einsamallir enn kvinnur og tosa eisini minni um trupulleikar, og tað gongur út yvir teirra heilsu og trivnað
26-11-2023
Diakoni er essensurin av livaða kristindóminum millum menniskju.
15-10-2023