- Tíðindi, mentan og ítróttur
Credo
Credo: Ljós í bølamyrkri (2:2)
03-02-2019
Glottar í myrkrinum. Evnið í sendingini er altjóða Holocaust-dagurin, sum var 27. januar
Altjóða Holocaustdagur var 27. januar. Sagt verður, at umráðandi er at minnast aftur á ræðuleikarnar, tí líkasæla og gloymska er vandamikil. Við at minnast, forðar mann fyri, at søgan endurtekur seg.
Elsa í Skorini sigur frá bygdini Le Chambon á háslættanum í Frankaríki. Har vóru í árunum 1940-45 umleið 5000 jødar bjargaðir. Hetta staðið varð hildið, at vera tryggasta stað hjá einum jøda at vera hesi ræðuligu krígsár.
Takkað verið prestahjúnunum Magda og André Trocmé og hjálparprestinum Édouard Theis, sum saman við bygdarfólkunum settu egið lív í vanda fyri at hjálpa menniskjanum í neyð. Myrka og ræðuliga síðan hevur eisini eina ljósa.
Credo
Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju.
Vertur: Armgarð Arge
"Vit eru kedd um tað, sum vit hava mist, men glað um tað, sum vit hava".
17-09-2023
"Alt tað, tú ikki vilt, at onnur skulu vita um tína leiðslu"
14-05-2023