Dansival

Herluf Gaard Joensen er gestur í Dansivali
17-01-2018
Vit hoyra Regin Smið, Eingimssynir og Ormin Langa

Herluf Gaard Joensen vaks upp við føroyskum dansi í Skopun. Pápin og pápabeiggjarnir vóru góðir kvøðarar. Herluf dansar regluliga í Dansifelag Kaggans og er góður skipari. Á eini fløguútgávu skipar Herluf Gaard Joensen Leivs kvæði. Og í eini sjónvarpsupptøku skipar hann Kong Sverke. <br/>
Í hesi sendingini skipar pápabeiggi Herlufs, Jógvan í Oyragarði, Regin Smið í Stígum Fast í Dali. Eisini fer Stígum Fast at kvøða Eingrímssynir, Jend Ludvig Johannesen, Jens Ludvig í Stórhúsi, skipar. At enda skipar Høgni Mohr Ormin Langa í Dansifelagnum í Havn.

Dansival

Kvæðasending í útvarpinum.
Ásbjørn hevur síni fyrstu minni um føroyska dansin á Syðradali. Hann hevur dansað í mong ár í Klaksvíkar Dansifelag
25-11-2022
Jóannes greiðir frá dansi, skiparum og kvæðum í Dali
09-11-2022
Kvæðið var vøgguvísan hjá Maritu. Hon lærdi at dansa sum smágenta, og dansar í dag við Sumbiar dansifelag og Jómsvíkingum.
02-11-2022
Havleikur í summar gekk væl við nógvum útlendskum gestum.
25-10-2022
Vit tosa við Sjúrð Ferjá, sum sigur eitt sindur um føstulávint áður vð Gjógv. Hjalmar Kollslíð, um føstulávint á Eiði.Og Anfinn Johannesen um føstulávint í Dali
28-02-2022
Gestur er Leif Hansen í Nólsoy
28-02-2022
Vit hoyra Ung í Dansi, sandoyingar kvøða eina rímum og eysturoyingar ein aðru henda fyrsta tíman
28-02-2022
Vit hoyra fýra kvæði við dansifeløgunum í Dandoynni, Stígum Fast í Dali, og Leikum Fagurt heima á Sandi.
16-02-2022
Hvussu kunnu fólk læra seg eitt kvæði? Hvat er eitt gott kvæði at byrja við? Um kvæðaheimin og tónleikaheimin - tveir paralellar heimar.
10-02-2022
Jón Rói dansar í Eysturoyar Dansifelag og tekur hond í barnadansin í Glyvra-Hanusarhúsi í Gøtum. Eisini ger eitt rend til Havnar at dansa í vikuskiftum.
02-02-2022
Einar Martin dámar sera væl tættir og hevur lagt seg eftir at skipa tættir í dansi.
26-01-2022
Leon er úr eini kvæða- og dansiætt og hevur altíð havt áhuga fyri føroyska dansinum. Serliga dámar hon væl donsku vísurnar. Leon hevur eisini sínar fyrimyndir.
20-01-2022