- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frætt og fregnað
Kvívík er ein gomul og hugnalig bygd, sum er nógv vaksin i nýggjari tíð. "Frætt og fregnað" setir hesa Kvívík á bredann, og hugt verður millum annað eftir, um tann gamli og tann nýggi parturin av bygdini virka saman sum ein góð heild. Grindadrápið er ein mentanararvur, sum vit eiga at halda fast við, eru grindmenn og fólkalívsfrøðingur á einum máli um í grindini í Funningsfirði. Paulina Eliasen á Syðradali hevur gjørt nógv kirkjuklæði, serliga altardúkar og messuaklar, og nú hvur hon eisini skrásett øll kirkjuklæði kring landið.
Frætt og fregnað
Sending úr savninum, sum var sent í fýra umførum: 1999, 2010, 2011 og 2012.
Frætt og fregnað er ein sending um fólkalív og mentan í breiðastu merking, har føroyingurin kennir sín gerandisdag aftur. Dentur verður lagdur á at finna sjáldsom og forvitnislig evni, ið hava stóran týdning á staðnum, men sum vanliga ikki koma fram í miðlunum. Evnini eru fagurfrøðilig, søgulig ella siðsøgulig, og pláss er fyri sermerktum og serligum hendingum. Dentur verður lagdur á tað myndaliga, har forvitnið er drívmegin, og nærumhvørvið er styrkin.