- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Hvat hava oljumilliardingurin John Rockefeller og gandurin hjá Guttormuri í Múla til felags? Jú, báðir hava ein leiklut í søgum úr Dali.
Í Dali eru nógvar søgur og sagnir, sum hava gingið frá ættarliði til ættarlið. Nú fáa fólk høvi at hoyra nakrar av teimum á einum serligum túri í bygdini, har frásøgnin fer fram í gomlum, søguligum húsum.
Men hví er tað týdningarmikið at halda fast í hesum gamla frásøgusiðinum, og hvat kunnu søgurnar siga okkum um lívið í Dali fyrr í tíðini?
Vit tosa við Sólvit Nolsø um, sum eisini gevur okkum ein brellbita av einari av søgunum.
---
Og so fara vit til Vágs, tí Vágs kommuna ger nú ein eyka innsats fyri at skapa áhuga og at fáa fleiri ung fólk í kommununa. Og tað verður gjørt við stuttfilmum, sum m.a. eru at finna á heimasíðuni hjá kommununi.
Gestir:
Sólvit Nolsøe
Bjarni Johansen
