- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Í fólkaskúlanum eru - í hvussu er lutfalsliga - ov fá mannfólk. Og kvinnuligu lærararnir - tað eitur ikki lærarinna longur - gerast alsamt fleiri.
Heldur gongdin fram, so er so at siga eingin mannligur lærari eftir um nøkur ár.
- Ein skjót framrokning her, sum eg arbeiði dagliga, vísir, at heldur verandi gongd fram, verða vit tríggir menn eftir av 30 lærarum um fá ár, sigur Dagfinn Olsen, lærari í Vágs skúla, sum hugleiðir í klummu á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum um javnstøðu innan fyri skúlagáttina.
30 prosent eru menn
Nýggjastu tølini vísa, at umleið ein triðingur av lærarunum í føroyska fólkaskúlanum er menn, meðan 70 prosent eru kvinnur.
Dagfinn Olsen rør í klummu síni eisini upp undir tosið um kynskvoteringar, sum einamest snýr seg um at fáa fleiri kvinnur inn á ting til dømis.