Góðan morgun Føroyar

Signa Vár Joensen vann 9 heiðursmerkir í Brisbane
22-10-2019
- Heilt óveruligt. Soleiðis lýsir Signa Vár upplivingina í Avstralia

Seinastu vikuna hevur Signa Vár Dávadóttir Næs Joensen kappast í para-svimjing í INAS Global Games í Brisbane, Australia. INAS stendur fyri 'altjóða ítróttarsambandið fyri úrvals (elitu) ítróttarfólk við menningarórógvi', og er hetta fimtu ferð at tey skipa fyri Global games. Umleið 1000 luttkakarar úr 50 londum luttaka í leikunum ið byrjaðu 12. Oktobur og endaði 19. oktober.

Signa Vár hevur kappast í 10 svimjigreinum, og hevur hon vunnið heili 9 heiðursmerkir, 3 gull og 6 silvur, umframt at hon var nummar 2. í 200m blandaðari svimjing.

Signa Vár hevur seinastu nógvu árini svomið í Havnar Svimjifelag, men seinastu mánaðirnar hevur hon gingið á ítóttareftirskúlanum í Vági, og hevur vant undir leiðslu av Jón Bjarnason eisini, so treytirnar at fyrireika seg til kappingina hava verið góðar. Hon hevur svomið persónligar bestu tíðir á langgeil í nærum øllum kappingargreinum, so hon og venjari hennara á ferðini, Barbara Holm, eru sera vælnøgdar við kappingina.

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hoyr alla sendingina
24-05-2024
Veðrið, heilsuverkið, Taylor Swift, diamantbrúdleyp
23-05-2024
OL rógving, veðrið, føroyingar og Russland, verkfall, børn, ung og rúsdrekka
22-05-2024
Hoyr alla sendingina
21-05-2024
Spurningar, ið verða viðgjørdir á Íróttatinginum, eru eitt nú hví fleiri gentur enn dreingir gevast at venja í tannárunum
21-05-2024
Veðrið, kapping, Glymur, bygdarsavn í Kvívík
17-05-2024
Veðrið, dagstovnar, fuglasending, skúla OL
16-05-2024
Veðrið, svimjihøllin og kommunulæknin um ovurviðkvæmi
15-05-2024
Veðrið, verkfall og skógvar til føroysk klæðir
14-05-2024
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024