- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Rótabryggj úr Dímun
22-11-2019
Í Stóru Dímun eru tey farin undir eitt heilt nýtt slag av framleiðslu, tí í dag kemur rótabryggin Mai á hillarnar í Rúsuni
Saman við bryggjarínum, Okkara, eru Eva úr Dímun og Jógvan Jón Petersen av Dímunargarðinum, farin undir hesa framleiðsluna av rótabryggj.
Talan er um eitt árgangsbryggj úr rótakáli úr Dímun, sum tey hava valt at kalla Mai eftir kálinum hvíta-mai ella mai-rót.
Styrkin á Mai er 14 prosent, og sermerkt er, at hetta hóskar seg bæði væl til ræstan mat og ymisk sløg av fiski - enntá til sushi.
Mai kemur á hillarnar í Rúsuni í dag. Ein fløska kostar 285,- krónur.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024