Góðan morgun Føroyar

Hesi vunnu heiður innan vinnuferðavinnuna
28-02-2020
Ársins Ambassadørur, Ársins Ambassadørátak og serligur heiður innan vinnuferðavinnu

Visit Faroe Islands stovnaði Ambassadørnetverkið í mars 2016 og nú eru umleið 120 ambassadørar í netverkinum. Hetta eru fólk, sum sita í altjóða nevndum og feløgum, og sum á beinleiðis ella óbeinleiðis hátt hava møguleikan at fáa fundir og ráðstevnur til Føroyar.

Á hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið vórðu heiðrar latnir innan vinnuferðavinnu. Ársins Ambassadørur 2020 gjørdist Birgit Andersen frá felagnum Føroyskir Psykiatriskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Heiðurin Ársins Ambassadørátak 2020 fingu Magni Mohr og May-Britt Skoradal fyri ráðstevnuna Football is Medicine. Eisini lat dómsnevndin ein serligan heiður til Jens Meinhard Rasmussen frá Reiðarafelagnum fyri Farmaskip.

Í grundgevingunum, varð soleiðis skrivað:

Ársins Ambassadørur 2020 - Birgit Andersen

Birgit hevur fyriskipað nógvar ráðstevnur og fundir seinastu árini. Í 2018 skipaði hon fyri evropeisku ráðstevnuni Safe Settings og í 2019 norðurlendsku ráðstevnuni Developing Dialogue. Birgit er ágrýtin og setur ein stóran heiður í at fáa ráðstevnur til Føroya. Hon hevur havt fleiri afturvendandi ráðstevnur og hevur longu kunnað um komandi ráðstevnur. Birgit er seriøs, professionel og ein sera góður samstarvsfelagi sum ambassadørur. Tað er altíð sera umráðandi at fáa eitt tiltak/ráðstevnu at rigga hundrað prosent, og júst tað er Birgit framúr dugnalig til.

Ársins Ambassadørátak 2020 - Magni Mohr og May-Britt Skoradal

Øll hava hoyrt um Football is Medicine. Við filmstilfari, útvarpssendingum og fløggum í býnum vistu Havnarfólk, at okkurt serligt gekk fyri seg hesar dagar í januar 2020. Ráðstevnan legði eftir seg ein greiðan boðskap um, at tað er stuttligt at spæla fótbólt, og at tað heilsuliga kann loysa seg, eisini tá tú ert komin upp í árini. Við venjaraskeiðum og møguleika fyri at spæla fótbólt runt í býnum, fingu tey borgararnar at vera ein part av altjóða ráðstevnuni, og er hetta eitt greitt boð um, hvussu ein ráðstevna kann seta síni fótaspor í lokala samfelagnum.

Serligur heiður - Jens Meinhard Rasmussen, Reiðarafelagið fyri Farmaskip

Føroyar bjóðaðu stórum ráðstevnubýum sum Hong Kong og Istanbul av, tá Reiðarafelagið fyri Farmaskip bjóðaði altjóða reiðarafelagnum International Chamber of Shipping til Føroya at halda teirra árliga fund. Felagsskapurin, sum vanliga heldur teirra fund á fimm-stjørnaðum hotellum, hildu hesaferð fundin í fimm-stjørnaðari náttúru, fimm-stjørnaðari frískari luft og við fimm-stjørnaðum føroyskum laksi. Eftirmetingarnar vísa, at hetta eydnaðist framúr, og at luttakararnir vóru betri nøgdir enn nakrantíð.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024