Góðan morgun Føroyar

Fimm ár síðani Open Mic-tiltakið byrjaði í Føroyum
08-04-2020
Vit ganga høgt upp í, at tey, sum fara á pallin, skulu fáa eina góða uppliving

- Tað var kona mín, Anna Iachino, ið fekk hugskotið, sigur Arnold Ludvig.

Tey bæði búðu í fleiri ár í Keypmannahavn, og har plagdu tey at vitja tílík tiltøk.

Tá tey fluttu til Føroya var avgjørt at royna tað her eisini.

Tað var heldur tvørligt at byrja við, at fáa fólk á pallin, men so við og við bleiv lættari.

Fleiri ungir spírar hava stigið síni fyrstu fet á Open Mic/Open Stage-pallinum, vísir Arnold Ludvig á.

Vit leggja dent á, at tað ikki er so farligt, um tað kiksar. Tað týdningarmesta er, at fólk sleppa at royna seg, sigur hann.

Eins og flest øll onnur tiltøk, er Open Mic í dvala í løtuni.

Tey gleða seg at sleppa í gongd aftur og at hátíðarhalda, at fimm ár eru liðin, síðan hol var sett á Open Mic/Open Stage í Føroyum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024