- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Í dag gevur KFS út bókina 'Hvar er Gud í einum heimi við koronavirusi?' eftir John Lennox.
Í bókini setur Lennox koronavirusið í fleiri høpi: søguligt, har hann vísir at áðrar farsóttir gjøgnum tíðina; vísindaligt, har hann greiðir frá, hvat virus veruliga er fyri nakað; gudfrøðiligt, har hann tosar um, hvussu tað ber til at sameina alla hesa líðingina.
Lennox vísir á, at tá kreppur av ymiskum slagi raka, so eru vit menniskju soleiðis innrætað, at vit leita eftir vón. Tá alt gongur sína vanligu og góðu gongd, leita vit ikki eftir vón. Men nú hevur koronavirusið skapt bæði eina heilsukreppu og eina búskaparkreppu - spurningurin er bara, hvussu hart hon fer at raka. Hetta kann fáa okkum at steðga á og hugsa um teir stóru spurningarnar í lívinum. Í øðrum londum, sum eru harðari rakt enn Føroyar, er tað heilt týðiligt, at fólk eru farin at hugsa meira um Gud, og hvar hann er í øllum rokanum.
Í samband við útgávuna verður skipað fyri einum talgiltum tiltaki í kvøld kl. 20, har John Lennox luttekur. Sí meira um tað her