- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Biofeedback er ein øðrvísi viðgerðarháttur, ið nýtir eitt elektromagnetiskt tól, sum sendir natúrligar frekvensir, ið kunnu samskifta við kyknur í kroppinum. Tólið kann máta likamligar veikleikar, ella um nakað er í ójavnvág í kroppinum. Við einari afturboðanarskipan, boðar tólið frá, hvar ójavnvágin í kroppinum er. Við vandaleysum frekvensum kann tólið fara inn og rætta uppá hesar skeivleikar. T.d. hevur tólið sera góða ávirkan í samband við roykisteðg, svøvnólag, viðgerð fyri ójavnvág í nervaleiðum og vøddum, íttróttarskaðar o.s.fr.
Í Føroyum hava nógv fingið sær viðgerð av hesum slag fyri at leggja av at roykja. Hans-Ole Wandt sigur, at við einans einari viðgerð veitir hann 80% trygd fyri, at viðgerðin eydnast, og at mann gevst at roykja.
Meira kunning er at finna á www.biofeedback-klinikken.com og www.ryge-stop.info