Góðan morgun Føroyar

12 ára gamla Vigga Hansen vann filmskapping
14-07-2020
Vinnarin er ein filmaður filosofiskur dagbókatekstur frá aktuella koronu-tíðarskeiðnum

Spenningur var í luftini, tá ið sýningarnar av teimum 19 filmunum, í filmskappingini ”SprittFisk” hjá Klippfiski, vórðu stroymdar út til luttakararnar sunnukvøldið 12.juli.

Evnið var Korona og snávingarsteinurin var, at hugtakið Korona ella COVID-19 ikki mátti nevnast i filminum, sum skuldi vera 3-7 min. til longdar. Dómsnevndin legði dent a ta góðu søguna og ta persónligu søguna.

60 luttakarar, runt um i Føroyum, høvdu teknað seg til filmskappingina. Miðað varð imoti at fáa ein fjølbroyttan luttakaraskara, og má hetta sigast at hava eydnast til fulnar. Yngsti luttakari var 6 ár og elsti luttakari var 76 ár. Ongi krøv vóru til filmsroyndir, filmsútgerð ella filmssjangru.

Eftir sýningarnar avdúkaði Hanna Jensen vinnaran av filmskappingini SprittFisk 2020. Tey trý ið mannaðu dómsnevndina vóru Heini i Skorini, Teitur Lassen og Hanna Jensen.

Vigga Hansen besta flmin

Besta filmin átti 12 ára gamla Havnagentan Vigga Hansen. Filmurin uttan heiti, er ein filmaður filosofiskur dagbókatekstur frá aktuella koronu-tiðarskeiðnum; heilt neyvt fevnir hann um dagin, tá kunngjørt varð, at skúlar, fritiðarskúlar og dagstovnar stongdu, og til konkluderandi skrivingina tann 18.mai, sum var

dagurin, tá restin av skúlabørnunum i hesum aldrinum fóru i skúla aftur.

Um filmin segði dómsnevndin m.a. soleiðis:

”Útsagnirnar eru kveikjandi og elva til kjak og hugsan. Filmurin setur spurningar um, hvussu mann skal liva, tá mann hevur tað á ein ávísan hátt, og hann leggur seg væl í dagbókasjangruna sum ein føroysk Anna Frank, men í filmsmiðli og við avbyrgingini í felag.”

Si filmin her

 

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024