Góðan morgun Føroyar

Bingo Bongo handilin í Klaksvík
27-06-2023
- Vit halda, at tað er gott, at vit lata peningin til eitt gott endamál, siga genturnar, sum hava savnað 10.390 kr til Team Rynkeby

Í Klaksvík búgva átta gentur, sum eita Judith Lassen, Tóra Heradóttir, Fríða Sólja Kunoy Im, Emily Rógvadóttir, Elisabeth S. Mohr, Fríða Sundsskarð, Silja Urbanusardóttir Olsen og Lana Arnoldsdóttir.

Tær eru 9-11 ára gamlar, og hava í seinastuni havt ein handil saman, sum eitur Bingo Bongo, og navnið kom bráddliga á tær.

- Ein segði bingo, og so segði onkur bongo, tí bleiv navnið Bingo Bongo.

Í handlinum seldu tær køkur, muffins og annan bakstur, sum tær sjálvar bakaðu, saft, dukkur og ymiskt annað, sum heilsølur lótu, og so skipaðu tær eisini fyri kappingum.

Handilin hevur flutt runt í býnum, og nógv hava keypt frá teimum

 

Ein stór upphædd

- Vit hava selt fyri 10.390 kr, sum er sera nógv, siga tær.

Tær eru ernar og gleðast um, at hvør króna fer til Team Rynkeby Føroyar.

- Tað er gott, at vit kunnu hjálpa teimum, sum hava tørv á tí, siga tær væl tilvitaðar um, at Rynkeby stuðlar børnum við álvarsligum sjúkum.

6. juli lata tær peningin til Team Rynkeby, ið byrja sína ferð til París tá.

10.390 kr er nógv, siga tær, og tað heldur Rynkeby eisini, sum eru fegin um, at tær lata peningin til teirra endamál.

 

Vilja gera tað aftur

Hóast tær hava arbeitt nógv, og handilin hevur fylgt nógv í gerandisdegnum, so lata tær so mikið væl at, at tær vilja gera tað aftur.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024