Góðan morgun Føroyar

Send heim við blóðtøppi
21-02-2024
Lív Birgirsdóttir Johansen mátti tosa við tríggjar ymiskar læknar, áðrenn hon verður í álvara og fær staðfest blóðtøpp

Eitt leygarkvøld heima við hús fær 22 ára gamla Lív Birgirsdóttir Johansen knappliga sterka høvuðpína aftaná eitt njós. Um vikuskiftið versnar pínan so mikið, at hon fer til sín kommunulækna mánamorgun. Hon greiðir frá sínum sjúkueyðkennum: hon hevur ilt eitt ávíst stað í høvdinum, og pínan fer eisini niður eftir nakkanum. Læknir metir, at høvuðpínan kemst av spenningum í nakkanum, og at hon kann bíleggja sær eina tíð hjá fysioterapeuti.

Týsmorgunin kendi hon seg noydda at ringja aftur til læknan, tí pínan var ótolandi. Læknin var illa hýrdur og segði við hana, at hann metti, at tað var spenningshøvuðpína. Tí skuldi hon ikki koma inn aftur. Lív kendi seg avvísta og spurdi síðani, um hon kundi fáa sterkt pínustillandi. Tað vildi læknin heldur ikki geva henni. Tá Lív kærdi sína neyð og segði við læknan, at hjálpin ikki var nóg góð, svaraði læknin: "Um tú fært so vánaliga hjálp her, so fá tær ein annan lækna."

Sama dag, um kvøldi, ringdi Lív til læknavaktina, tí pínan enn var ótolandi. Her verður hon aftur avvíst av læknanum, tí hann sær í journalinum, at kommulæknin hevur staðfest, at tað er spenningshøvuðpína, og tískil skal hon ikki hava sterkari pínustillandi.

Lív kendi á sær, at hetta var meira álvarsligt enn høvuðpína, so hon gav ikki upp, hóast hon nú í fleiri førum var avvíst. Mikumorgun var tann ringasti dagurin viðvíkjandi pínu. Hon tordi ikki at ringja aftur til sín kommunulækna, tí síðsta samrøðan hevði verið so skuffandi og ótespilig fyri hana. Heldur fekk hon fatur á læknanum hjá foreldrunum í Vágum, sum tók hana í álvara alt fyri eitt. Hósdag tók hon blóðroyndir, men støðan bara versnaði og versnaði.

Ikki fyrr enn leygardagin - eina heila viku aftaná fyrstu sjúkueyðkennini - var Lív innløgd á B7. Tá hon verður send í CT-skannarin, verður tað staðfest, at hon hevði ein blóðtøpp í høvdinum. 

Lív Birgirsdóttir Johansen hevur tað í dag gott, tí hon hevur fingið viðgerð fyri blóðtøppin, men hevði hon ikki verið áhaldin, so kundi tað enda heilt galið fyri hana. Hon kendi seg illa viðfarna av læknanum, og hevur valt at senda klagu um kommunulæknan til Heilsutrygd og landslæknin, sum hava sent klaguna víðari til patientkontrol í Danmark.


 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024