Góðan morgun Føroyar

Eg havi ongan skugga í Føroyum
28-02-2024
Tað liggur til føroyingar at tosa nógv um familju, slekt og slag, og tí kennir man seg eitt sindur øðrvísi, tá man ikki hevur hetta at tosa um.

Birgit Remmel er fødd í Týsklandi, men hevur búð meginpartin av lívinum í Føroyum eftir hondini, og kennir seg í flestu førum sum føroying, men hetta við at familja og slekt fyllir so nógv í prátinum her, ger, at hon ikki altíð kann tosa við.

Ikki visti hon nógv um Føroyar, tá hon kom hendan vegin, tí Færø, Fanø ella hvat tað nú æt, mátti vera ein donsk oyggj, sum undarligt nokk hevði sítt egna mál.

Hon er ein av teimum, ið kemur undir nýggja hugtakið hjá Hagstovuni, sum sigur, at hon hevur bústaðartilknýti til Føroya.

Tey, sum hava bústaðartilknýti til Føroya, eru tey, sum antin hava búð helvtina av lívinum í Føroyum, ella sum hava búð 7 av 10 samanhangandi árum í Føroyum einaferð í lívinum.

Orsøkina til nýggja hugtakið sigur Erla Thorsteinsson frá Hagstovuni vera ein tørv á at kunna síggja hesi í hagtølunum, tá millum annað fólktalið í Føroyum verður gjørt upp.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024