Góðan morgun Føroyar

Fountainhúsið virkað í eitt ár
31-03-2015
Tað eru umleið 30 virkandi limir í Fountainhúsinum um vikuna, sigur Súna Mørk, sum er dagligur leiðari í Fountainhúsinum

Í morgin, 1. apríl, er eitt ár síðan Fountainhúsið varð sett á stovn, og hetta verður hátíðarhildið við tónleiki, sangi og okkurt til matna.

FFountainhúsið á Tinghúsvegnum í Havn
Fountainhúsið er eitt sosialt og arbeiðsrættað tilboð til fólk í aldrinum 18-67 ár, sum hava ella hava havt sosialar og, ella sálarligar avbjóðingar. Fountainhúsið er eitt psykiatriskt rehabiliteringstilboð.

Tað ræður um at hava ein skipaðan gerandisdag við týdningarmiklum arbeiðsuppgávum og endurvenja styrkina, bæði fakliga, persónliga og sosialt. Sosiali felagsskapurin er somuleiðis ein týðandi partur av Fountainhúsinum og møguleikin er eisini fyri at skapa nýggj vinarbond.

Fountainhúsið er stýrt av limum og starvsfólkum í felag, og limirnir hjálpast at við at finna møguleikar og loysnir í teimum ymisku arbeiðseindunum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hoyr alla sendingina
24-05-2024
Veðrið, heilsuverkið, Taylor Swift, diamantbrúdleyp
23-05-2024
OL rógving, veðrið, føroyingar og Russland, verkfall, børn, ung og rúsdrekka
22-05-2024
Hoyr alla sendingina
21-05-2024
Spurningar, ið verða viðgjørdir á Íróttatinginum, eru eitt nú hví fleiri gentur enn dreingir gevast at venja í tannárunum
21-05-2024
Veðrið, kapping, Glymur, bygdarsavn í Kvívík
17-05-2024
Veðrið, dagstovnar, fuglasending, skúla OL
16-05-2024
Veðrið, svimjihøllin og kommunulæknin um ovurviðkvæmi
15-05-2024
Veðrið, verkfall og skógvar til føroysk klæðir
14-05-2024
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024