- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Ásmund hevur síðan sjeytiárini havt áhuga fyri, hvussu El Niño ávirkar botnfiskastovnarnar í norðurhøvum, og líka síðani hevur hann fylgt væl við hesum veðurfyribrigdi.
Hvat er El Niño?
El Niño er eitt veðurfyribrigdi, sum hevur verið kent í túsund ár. El Niño byrjar altíð við óvanligum hita í tropiska økinum í Kyrrahavinum, yvir ímót Australia og norður ímóti Borneo, Sumatra og síðani yvir aftur ímóti Mið- og Suðuramerika. Sjógvur og luft blíva so ógvusliga upphitað, at bæði fiskur, korallir og onnur havdjór doyggja, um tey ikki klára at flýggja í kaldari sjógv/vatn.
Myndin vísir hvussu El Niño hitar havið við Suður Amerika
Ògvusligast í 1983
Í 1983 kom hækkaði hitin á fleiri støðum í Kyrrahavinum við 7 stigum í mun til meðalhitan. Tó tann mest vanliga upphitingin av El Niño er umleið 2-4 stig. Og hevur hetta ávirkan á veðrið um allan heim, eisini í Føroyum.
Serliga er tað lágtrýstini ið verða ávirkaði. Tá ið El Niño herjar, so ferðast lágtrýstini sunnanfyri Føroyar, meðan tá ið tað mótsatta La Niña herjar, so ferðast lágtrýstini vestan fyri Føroyar.
Ávirkar botnfiskastovnarnar við Føroyar
Verður hugt at hagtølunum, so vísa tey, at tá ið El Niño herjar, so er góður fiskiskapur eftir botnfiski við Føroyar. Sum hesi tølini vísa:
1899- 1900 var góður fiskiskapur og tá var máttmikil El Niño
1918-1920 var góður fiskiskapur og tá var máttmikil El Niño
1940-1942 var góður fiskiskapur og tá var máttmikil El Niño
1957-1958 var góður fiskiskapur og tá var máttmikil El Niño
1966-1968 var góður fiskiskapur og tá var máttmikil El Niño
1983-1985 bestu ár til toskafiskiskap og tá var ein sera máttmikil El Niño
1994-1999 var góður fiskiskapur og tá var máttmikil El Niño
- Í hesum sama tíðarskeiði hava eisini verið fleiri veikari El Niño. Tey árini, tá El Niño hevur ligið í dvala og La Niña hevur herjað, hava verið vánalig til fiskiskap við Føroyar, sigur Osmund Justinussen.
Ikki so einfalt
Men tó so, so einfalt er tað ikki. Lurta eftir samrøðuni við Osmund Justinussen her:
Les grein ið Osmund hevur skrivað um evnið. Trýst her
Hygg at, hvat El Niño er fyri eitt veður fyribrigdi:
Kelda: Osmund Justinussen