Góðan morgun Føroyar

Soleiðis ljóðaði Morgunkórið á mentanarnáttini
26-06-2015
Morgunkórið fekk eina fantastiska móttøku, tá fleiri hundrað fólk vóru komin at hoyra kórið fyri fyrstu ferð. Úrslitið var eisini framúr, lurta her

Alt byrjaði við einum hugskoti og endaði við einum ógloymandi minni.

Morgunkórið er eitt samstarv millum morgunsendingina í Kringvarpinum og Sigrið Sivertsen, sum varð biðin at leiða kórið.

Sigrið hevur lagt eitt sera stórt arbeiði í kórið, og tað hoyrist eisini aftur á upptøkunum. Verkætlanin ljóðaði at fáa sangglaðar føroyingar, sum ikki vóru kór ella sang vandir at syngja í einum kóri. Vit leitaðu eftir fólki í øllum aldri og úr øllum landinum. 

Ùrslitið varð at eini 90 fólk fingu boð, um at manna kórið, og tá avtornaði taldust tey 75 fólk.

Kórið vandi saman við Sigrið Sivertsen einaferð um vikuna í tríggjar og ein hálvan mánað. 

Vit kunnu leggja afturat at Morgunkórið eftir øllum at døma heldur fram fyri seg sjálvt, men framvegis við Sigrið Sivertsen á odda.



Góðan morgun Føroyar og Kringvarpið takka Sigrið Sivertsen og øllum limunum í Morgunkórinum fyri eina stuttliga tíð. Kenslan at hetta eydnaðist er góð, og tað hugaligt at samleikin hjá Kringvarpinum kann verða sæddur í góðum anda. 
At enda skulu vit ikki gloyma at takka Reinsarínum fyri møguleikan at læna hølið í hesum tíðarskeiði. Deiligt at tað bar til at húsa so nógvum fólki mitt niðri í býnum. 

Takk fyri og njótið nú upptøkurnar

 

Hvør fuglur syngur við sínum nevi, men fleiri smáfuglar saman skapa ein stóran og vakran fugl við fríum veingjum

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hoyr alla sendingina
24-05-2024
Veðrið, heilsuverkið, Taylor Swift, diamantbrúdleyp
23-05-2024
OL rógving, veðrið, føroyingar og Russland, verkfall, børn, ung og rúsdrekka
22-05-2024
Hoyr alla sendingina
21-05-2024
Spurningar, ið verða viðgjørdir á Íróttatinginum, eru eitt nú hví fleiri gentur enn dreingir gevast at venja í tannárunum
21-05-2024
Veðrið, kapping, Glymur, bygdarsavn í Kvívík
17-05-2024
Veðrið, dagstovnar, fuglasending, skúla OL
16-05-2024
Veðrið, svimjihøllin og kommunulæknin um ovurviðkvæmi
15-05-2024
Veðrið, verkfall og skógvar til føroysk klæðir
14-05-2024
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024