- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Katikismus áðrenn konfirmatión
17-09-2015
- Dugdi tú ikki kristna setningin í 1700 tallinum, var trupult at fáa prestsins hond á høvdið, sigur Jákup Reinert Hansen, granskari
Í Samband við Vísindavøkuna fer Jákup Reinert Hansen at halda tríggjar fyrilestrar, á Toftum, í Kollafirði og í Vági undir heitinum: Hin kristiligi barnalærdómurin - Katekismus-undirvísing í Føroyum. Við støði í 1700-talinum verður spurt, hvat børn og ung í Føroyum skuldu læra - og um tey so eisini dugdu tað.
Visindavøkan byrjar mánadagin, og verður so alla vikuna, og Vøkan endar fríggjadagin við stórum tiltøkum á INOVA.
Tað eru serstakliga nógvir fyrilestrar hetta árið, sum fevna sera víða, so her er nakað fyri øll, sigur Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum.
Les meira um Vísindavøkuna 2015 her
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024