- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
350 tiltøk eftir einum ári
02-10-2015
Reinsaríið hevur saman við Perluni hýst fleiri enn 350 tiltøkum, nú spælistaðið fyllir eitt ár
Tá Reinsaríið lat upp fyri einum ári síðani, segði Bogi Andreasen, leiðari á nýggja spælistaðnum, at málið var tilsamans 200 tiltøk skuldu vera. Á eittára degnum fortaldi Sigurð Ó. Vang, mentanarleiðari í Tórshavnar kommunu, at Reinsaríið og Perlan tilsamans hava hýst 350 tiltøkum seinasta árið. Av teimum hava umleið 70 prosent verið tónleikatiltøk.
Í reportasjuni frá føðingardagshaldinum verður tosað við Boga Andreasen, Benjamin Petersen, Niels Una Dam, Lenu Andersen, Torleik Mortensen og Kristian Blak.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024