- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Fíggjarfrøðingurin fór at brenna kaffi
25-11-2015
Smakkir hugtóku Róald Jákupsson so mikið, at hann valdi at siga sítt fasta starv frá sær og fór at brenna kaffi burturav
Róaldur Jákupsson hevði fast starv sum fíggjarfrøðingur, hevur útbúgving innan fyri HD og eina MBA, hann hevur eisini arbeitt sum granskoðari og kontrollari, men síðani 2007 hevur hann arbeitt við kaffi.
Tá hann fær kaffibønirnar, eru tær grønar á liti og lukta av hoyggj, um tær lukta av nøkrum. Men við einasta ovninum av sínum slagi í Føroyum, brennir Róaldur Jákupsson kaffibønirnar, sum hann síðani selur í handlinum í Havn, og til nakrar av fremstu matstovunum í landinum.
Um árskiftið letur hann upp kaffistovu á Vaglinum í Havn.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024