- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Rakel tilnevnd virðisløn hjá Útnorðurráðnum
21-12-2015
Rakel Helmsdal, rithøvundur, er tilnevnd Barna- og ungdómsvirðisløn Útnorðurráðsins fyri bókmentir
Tað kunngjørdi Oddfríður Marni Rasmussen, formaður í føroysku nevndini, í Góðan morgun Føroyar í morgun. Valið fall á Hon, sum róði eftir ælaboganum hjá Rakel Helmsdal. Hetta er onnur ferðin, at Rakel er tilnevnd hesa virðisløn.
Barna- og ungdómsvirðisløn Útnorðurráðsins verður latin annaðhvørt ár, og er hetta áttanda ferðin, at virðislønin verður latin. Ein føroyingur hevur fingið hana, tað er Bárður Oskarsson fyri bókina Ein hundur, ein ketta og ein mús í 2006.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024