Góðan morgun Føroyar

Vart ph.d-ritgerð um navigering í rúmdini
01-02-2016
Týsdagin, 26. januar, vardi David Arge Klevang Pedersen ph.d. ritgerð sína á National Space Institute á DTU Space

Ritgerðin eitur High Accuracy Tracking of Space Borne Non-Cooperative Targets.

Arbeiðið er gjørt á National Space Institute á DTU og Jet Propulsion Laboratory, California Institute of Technology hjá NASA í USA. Høvuðsvegleiðari hevur verið John Leif Jørgensen, professari á DTU. Carl Christian Liebe frá NASA verið vegleiðari, meðan hann hevur verið í Kalifornia.

Í metingarnevndini vóru Lawrence Wade dr. frá JPL/NASA/Caltech, serfrøðingur í menning av granskingar- og rúmdartøkni, Alexander Cropp, dr., ESTEC/ESA, serfrøðingur í navigering og kontroll av fylgisveinum, og José Merayo, lektari, serfrøðingur í rúmdartøkni, DTU.

Í ph.d.-verkætlanini hevur David arbeitt við at menna nýggjar mátar at málrætta navigering í rúmdini og á Mars við kameratøkni, sum verður brúkt í fylgisveinum til at navigera eftir stjørnunum. David hevur arbeitt við NASA í sambandi við rúmdarfarið Juno, sum er á veg til Jupiter.

Hann fekk í hesum sambandi tvær serligar viðurkenningar, kallaðar "Group Achievement Award", ið verður latin fyri framúr gott arbeiði. Í sambandi við tann komandi Mars-rovaran hjá NASA, Mars2020, hevur David ment nýggjar mátar til at navigera eitt tól á rovaranum móti Mars-steinunum, har tað snýr seg um at leita eftir teknum um fyrrverandi lív á Mars.

Harumframt hevur David ment mátar til at navigera fylgisveinar relativt millum hvønn annan. Hetta arbeiðið er ógvuliga sentralt og viðkomandi fyri framtíðar missiónir hjá ESA og NASA.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024