- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Vikuskiftið 26. til 28. februar hevur Listaskúli Føroya tríggjar forkunnugar verkstovur á skúlanum við Gøtugjógv. Snið- og bindiverkstova verður ein, ein onnur verður bókmentaverkstovan og triðja er myndlistaverkstovan.
Leik og lærd eru hjartaliga vælkomin og kunnu vænta sær dygdarfrálæru á høgum støði, har tey allarhelst læra nakað nýtt ella gerast enn betur til tað, tey longu duga.
Verkstovurnar eru hesar: Sansalig binding, og tað er Katrinu í Geil, sum hevur ta verkstovuna, "Skriva ein gysara" sum Rakel Helmsdal stendur fyri, og "Tekna ein torsk" sum Janus Dam Guttesen hevur.
Meðan práta varð við Katrinu, Setti Janus seg at tekna Rólant Waag Dam. Tekningin sæst her
Katrina í Geil og Janus Dam Jacobsen eru í útvarpsstovuni.
Les meira um Føroya Listaskúla her
og á facebook her