Góðan morgun Føroyar

Miðbýarbúgvar eru óðir um parkeringsviðurskiftini
19-04-2016
Í gjárkvøldið var borgarafundur um parkeringsviðurskiftini í miðbýnum í Havn

Parkeringsviðurskiftini í miðbýnum í Havn eru alt annað enn góð.

Tað halda fólk, sum búgva í miðbýnum, og í gjárkvøldið varð skipað fyri einum borgarafundi, har parkeringsviðurskiftini hjá teimum, sum búgva ella hava handilsvirksemi í miðbýnum, blivu umrødd.

Mena Joensen, sum býr undir Glaðsheyggi í Havn, var við á fundinum í gjárkvøldið, har serliga trý evni vóru á breddanum.

- Ein trupulleiki er, at fólk, ið reka fyritøku í miðbýnum, meta, at tey missa inntøku, av tí at kundar fáa ikki parkeringspláss og velja tí at fara aðrastaðni.

Vit, sum búgva í miðbýnum, hava trupulleikar av, at vit hvønn tíma noyðast at fara út í bilin at stilla p-skivuna, tí tað er bara loyvt at hava bilin standandi í ein tíma.

Og so eru tað tey, sum búgva uttan fyri sonuna, men sum ikki hava parkeringspláss, tí tað verður brúkt av eitt nú starvsfólkum í SMS og so framvegis, sigur Mena Joensen.

Sum skilst ætlar Tórshavnar kommuna at geva serliga parkeringsloyvi til eini 60 húski, sum búgva í miðbýnum, soleiðis at tey ikki fáa bøtur, men tað loysir ikki allan trupulleikan, heldur Mena Joensen.

- Tað mangla framvegis parkeringspláss í miðbýnum, og tað er ein trupulleiki, sigur Mena Joensen.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024