- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Kristindómur og Matador
27-04-2016
Ronald Risvig, prestur, flættar donsku sjónvarpsrøðina saman við kristindóm og vísir í bók á, hvussu hesi stuðla hvør øðrum
»Matador og kristendom ? 24 fortællinger om vores liv« er heiti á bók, sum danski presturin og Føroyavinurin, Ronald Risvig, hevur skrivað. Hann heldur eisini fyrilestrar um evnið, eisini nú hann vitjar í Føroyum. Sambært Ronaldi Risvig ber við kristindóminum til at finna fram eina dýpd í sjónvarpssendirøðini, sum tú annars ikki sært, og øvugt ger Matador kristindómin meiri ítøkiligan og gerandisligan.
Ronald Risvig hevur vitjað í Føroyum fleiri ferðir fyrr. Fyrsta ferðin, hann var her, var í 1981, tá hann var fótbóltsvenjari hjá ÍF.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024