Góðan morgun Føroyar

Hava skrásett øll staðarnøvnini í Sunda kommunu
03-05-2016
Nú ber til at síggja og lesa um staðarnøvnini og bygdargøturnar í Sunda kommunu við at brúka eitt nýtt, talgilt kort

Seinastu trý árini hava fleiri ymisk fólk í Sunda kommunu arbeitt við at menna eitt talgilt kort við staðarnøvnum og gomlu bygdargøtunum í kommununi.

Noomi K. Rasmussen hevur verið leiðari fyri stóru og umfatandi verkætlanini, sum hevur kravt nógva tíð og orku.

- Við hesum kortinum eru allir upplýsingar um staðarnøvn og bygdargøtur savnaðir á einum stað. Ætlanin er, at fólk skulu brúka kortið, tá tey vilja hava upplýsingar um okkurt ávíst stað í kommununi og kunna seg um gongutúrar eftir gomlu bygdargøtunum, sigur Noomi K. Rasmussen.

Ein, sum hevur verið við til at savna inn upplýsingar um staðarnøvnini, er Asfinn Sigvardsen. Longu fyri 30 árum síðani byrjaði hann at skriva staðarnøvn niður, men ikki fyrr enn nú kunnu tey veruliga verið til gleði og gagns fyri onnur.

- Eg havi fyrst og fremst savnað tilfarð inn um staðarnøvnini við Gjógv, og har havi eg so prátað við ymisk heimildarfólk, sum jú vita eina rúgvu, sigur Asfinn Sigvardsen, ið fegnast um nýggja, talgilda kortið.

- Á henda hátt verður vitanin varðveitt, og eg ímyndi mær, at eitt nú skúlaflokkar og gongufólk kunnu fáa nógva gleði av kortinum, sigur Asfinn Sigvardsen.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, dagstovnar, fuglasending, skúla OL
16-05-2024
Veðrið, svimjihøllin og kommunulæknin um ovurviðkvæmi
15-05-2024
Veðrið, verkfall og skógvar til føroysk klæðir
14-05-2024
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024