Góðan morgun Føroyar

Sansagarður til børnini á Føroya Barnaheimi
23-06-2016
Lions Tórshavn letur Lionsprísin, 400.000 krónur, til Barnaheimið, so tey kunnu gera verkætlanina "Sansagarð" lidna

Lions Club Tórshavn, sum kann halda 50 ára stovningardag í november mánaði, hevur vunnið rættin at lata ársins Lionsprís, sum er upp á til samans 400.000 krónur, ið koma Føroya Barnaheimi til góðar.

Lionsprísurin, sum varð stovnaður í 1988, verður latin einum einstaklingi, stovni ella líknandi sum stuðul til granskingar- ella menningararbeiði, ið kann betra um lívskorini hjá borgarum.

Tað verður Føroya Barnaheim, ið fær tær 400.000 krónurnar, sum Lionsprísurin er í ár, og í tí sambandi fara Mortan Poulsen, fráfarandi forseti í Lions Club Tórshavn, og Hildur Hermansen, leiðari á Føroya Barnaheimi, um eina góða viku til Danmarkar at taka ímóti Lionsprísinum.

Hetta hendir við stíli, tí tað verður hansara kongliga hátign, Heindrikkur prinsur, ið fer at handa prísin umborð á 'Dannebrog', sum tá liggur í Aarhus. Prinsurin er verji hjá Lions Club Danmark, og ein av uppgávunum er, at hann á hvørjum ári handar Lionsprísin.

Morgunsendingin tosar við Mortan Poulsen, fráfarandi forseta í Lions Club Tórshavn, og Hildur Hermansen, leiðara á Føroya Barnaheimi.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024