- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Eyðun Nolsøe: Tinnitus ávirkar meg als ikki í dag
27-10-2016
Fyri 10 mánaðum síðani fekk Eyðun Nolsøe staðfest, at hann hevur tinnitus
Tú kanst fara fulkomuliga niður við nakkanum, men nú havi eg ikki longur trupulleikar av tinnitus, sigur Eyðun Nolsøe.
Í fyrstuni las hann nógv á netinum um evnið, og fleiri greinar vóru ógvuliga deprimerandi lesnaður.
Har var eitt nú ávarað ímóti at eta bæði salt og køkur, og eftir sat tónleikarin við kensluna av, at hetta var ein sera tyngjandi støða at koma í.
Við tíðini megnaði Eyðun Nolsøe kortini at venda gongdini, søkja sær hjálp, og í dag hevur hoyriskaðin onga ávirkan.
- Eg geri tónleik akkurát sum fyrr, sigur Eyðun Nolsøe, sum tó leggur aftrat, at hann nú brúkar oyraproppar, um tað er hart frá.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024