Góðan morgun Føroyar

Eg gjørdi nógvar feilir og lærdi eina rúgvu
02-12-2016
Tað sigur 19 ára gamla Maria Tórgarð, sum hevur leikstjórnað sín fyrsta stuttfilm, Frávik

Tað var á sumri 2015, at tað av álvara var farið undir at gera filmin.

Maria Tórgarð viðurkennir, at nógv fólk manglaðu í framleiðsluni, men tíbetur vóru góð fólk, sum kundu traðka til, tá brúka var fyri tí. Tí gekk tað kortini.

Serstakt er tað, at Maria Tórgarð í filminum arbeiddi sera tætt saman við pápa sínum, Hans Tórgarð, sjónleikara.

- Vit eru bæði listafólk, og tí arbeiða vit rættiliga væl saman. Hóast vit kunnu hava okkara stríð heima, so duga vit at leggja tað til viks, tá vit eru til arbeiðis, sigur hon.

Frávik telist millum filmarnar, sum eru valdir út til Geytan.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024