- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Deila myndir av Føroyum við 1,5 mió. fólk dagliga
19-01-2017
Føroyar kunnu ikki samanberast við nakað annað, siga teir báðir Rob Strok og Hannes Becker, ið liva av at leggja myndir á Instagram
Robert Strok og Johannes Becker eru nøvn, ið kanska ikki siga okkum øllum her í Føroyum so nógv enn. Men samlað hava teir 1.5 milliónir fylgjarar á sosiala miðlinum Instagram. Og á youtube hevur Rob Stroke, sum hann kallar seg har, umleið 40.000 fylgjarar. Til felags hava teir at teir taka myndir alla møguliga staðni í heiminum. Teir komu at kennast fyri umleið tveimum árum síðan gjøgnum Instagram. Teir hava samskift nógv saman, men hittust ikki andlit til andlits fyrr enn teir í ár fóru á ferð saman. Ferðamálið hjá teimum hesaferð var Føroyar.
Man kann síggja myndirnar hjá teimum á Instagram her: https://www.instagram.com/hannes_becker/ og https://www.instagram.com/robstrok/
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024