Góðan morgun Føroyar

Stig Pryds noktaði at lata giktsjúkuna vinna á sær
15-02-2017
Giktsjúka kostaði Stig Pryds arbeiðið, hjúnalagið og førleikan. Nú er hann sloppin av við heiligvágin og telist millum heimsins bestu fríkavarar

Fyri átta árum síðani, tá Stig Pryds og familjan komu aftur úr summarfrí, byrjaðu beinini hjá honum brádliga at hovna við nógvari pínu.

Nakrar mánaðir seinni fekk hann at vita, at hann hevði fingið psoriasisgikt.

Stig Pryds sigur, at tað var sum at fáa eitt spark beint í andlitið. Nógvar nætur vaknaði hann av pínu og kendi tað, sum um onkur álaði beinini av sær.

Afturgongdin gekk skjótt og longu eitt ár seinni var hann avlamin.

Hann kundi bara ganga á høkjum og tók nógv morfin. Hann bleiv skildur frá konuni og varð noyddur at selja sína fyritøku.

Á leiðini varð hann fleiri ferðir lagdur inn á giktasanatoriði í Skælskør, har tey hava ein hitavatnshyl.

Hann sigur, at honum dámdi serliga væl at vera í vatninum.

Ein dagin sá hann eitt sjónband við einum, sum lá í einum svimjihyli í vátdrakt og kavaði og svam aftur og fram.

Hann fann síðani fleiri sjónbond við fríkavarum, sum kavaðu ordiliga djúpt.

Hatta er tað, eg skal gera, hugsaði hann!

Hann byrjar síðani sjálvur at kava í hylinum, enda í annan, og fær tað smátt um smátt betri.

Hann fær eina nýggja unnustu og samband við ein yoga lærara, sum lærir hann ein serligan andadrátt teknikk.

Teknikkurin ger, at hann megnar at halda ondini longri og longri og hann merkir ein linna í pínuni.

Eitt kvøldið kom hann upp úr kjallaranum, har hann hevði vant andadráttin í tí heita baðikarinum, segði hann við unnustuna, at nú skuldi hann ikki hava meiri heilivág!

Saman fóru tey burtur og hann tók ein kaldan turkara. Hann vildi ikki longur taka kemoviðgerð, giktamedisin ella morfin!

Í staðin skiftir hann, dag frá degi, medisinið út við yoga, venjingum við andadráttinum og ráaum grønmeti í stórum mongdum.

Eftir tað fór hann heilhjartaður inn í fríkavaralívið.

Við allari pínuni hevði eg lært eg at slappa av og tá eg samstundis kom undir vatn og tystið lætnaði, tá fekk eg tað betur og betur.

Í vatninum kendist alt betri og kvølin, sjúkan, pínan - alt bleiv burturi!

Í 2013 gjørdist Stig Pryds nummar fimm í fríkaving til donsku meistaraskapirnar. Tá hevði hann einans verði limur í einum fríkavarafelag í tvær vikur.

Hann megnaði tá at svimja bringusvimjing 111 metrar undir vatni.

Stutt eftir fekk hann mót uppá at byrja at kava djúpt og tá hann stutt eftir hevði roynt tað á einum skeiði í tí heita vatninum í Egyptalandi, var eingin vegur aftur.

Tá eg fór niður um 20 metrar var kenslan fantastisk. Eg kundi lata meg søkka niður í vatnið uttan at brúka nakra orku. Bara hanga har, fullkomiliga avslappaður og kundi merkja, at trýstið spakuliga øktist og alt kendist betri og betri, inntil eg brádliga steðgaði, tí endin ikki var longri.

Tá skeiðið var liðugt, hevði hann megnað at kava heilt niður á 60 metrar.

Jú, ein kann sanniliga broyta nógv, sigur Stig Pryds og fríkavingin hevur av sonnum givið honum optimismuna aftur.

Í dag heldur hann fyrilestrar og meinar, at hann aftur hevur nakað at geva. Herfyri kavaði hann niður á 101 metur og tók harvið sítt egna met.

Eg hangi framvegis í og seti nýggj met. Men eg vil eisini læra frá mær. Ikki soleiðis at skilja, at fólk skulu kava 100 metrar niður, men nógv letur seg broyta, um ein er sinnaður at gera nakað nýtt og taka teir møguleikar, sum altíð vísa seg, sigur Stig Pryds.

Fyrilestur við Stig Pryds verður í Klaksvíkar svimjihyli hóskvøldið, 16. februar, klokkan 19

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024