- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Beint áðrenn jól fingu vit í redaktiónini eitt rættiliga áhugavert teldubræv.
Avsendarin var ein amerikansk kvinna, ið nevnst Lorraine Spencer.
Hon greiðir í brævinum frá, at hon er umboðsfólk hjá afroamerikanskum kvinnum, sum vilja finna saman við monnum av øðrum fólkaslagi - hvítum monnum - úr øðrum londum.
Hon arbeiðir við parløgum - coach - við denti á interracial marriage - tað vil siga hjúnarløg millum ymisk fólkasløg.
Hon skrivar at hon ætlar at ferðast til Íslands og Føroyar í summar.
Við í ferðalagnum eru nakrar amerikanskar - svartar kvinnur - sum hava ynski um at vitja Norðanlondini og kanna, um tær eru sinnaðar at búgva har og finna sær ein íslendskan ella føroyskan mann.
Hon ætlar at skipa fyri einum tiltaki - ein kvøldi - har føroyskir menn, sum kundu verið áhugaðir, hittast.
Og so vildu hon hava okkum at umrøða tað, og fáa fíggjarligan stuðul.
So Anna Poulsen hevur ringt til Lorraine Spencer. Hon spurdi millum annað, hví hon hevur valt at koma júst til Føroya við einum ferðalagi av afroamerikanskum støkum kvinnum?
Kundi tú hugsa tær at hitt eina í summar?
Ella vilt tú bara fregnast meira um hetta øðrvísi ferðalag?
So kanst tú vitja teirra heimasíðu. Har stendur eisini meira um ferðina til Føroya: