- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Sjálvur kennir hann ógvuliga væl føroysku matstovuna, KOKS, ið hann vitjaði fyrstu ferð í 2009.
Hann bleiv bergtikin av rávørunum í Føroyum, men undraðist um somu tíð á, hví tað var so trupult, at fáa tær á føroysku matstovunum.
Seinni hevur Bent Christensen skrivað bók um KOKS.
Hann væntar, at Michelinstjørnan fer at hava stóran týdning fyri KOKS, men eisini fyri føroyska ferðavinnu sum heild.
-Tað verður trupult at fáa borð á KOKS, og tí fara ferðafólk at leita eftir gastronomiskum upplivingum aðrastaðni.
Trupulleikin í Føroyum er, at tað eru ov fáar matstovur í Føroyum, sum leggja seg eftir dygdarmati.
Uttanfyri Tórshavn er ógvuliga trupult at fáa eina gastronomiska uppliving, heldur Bent Christensen.
Hetta er spell, tí rávørurnar eru fyrstaflokks.
Michelinstjørnurnar verða kunngjørdar mikudagin.