- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Tað var í stóran mun gomul skuld, sum hevði við sær, at tað var trupult hjá familjuni at fáa gerandisdagin at hanga saman.
Í sendingini kom fram, at tey mangan fóru svong í song og ikki prátaðu saman um fíggjarviðurskiftini.
Stóri dreymurin um at eiga síni egnu hús var fjarur.
At tekna seg til Luksusfælden var ein seinasta roynd.
Tveir serfrøðingar komu til Froiðbiar og greinaðu teirra støðu og samráddu seg fram til nýggjar og nógv betri avtalur við kreditorar.
Hjúnini fingu at vita, at um tey klára at halda sínar skyldur, kunnu tey um fá ár keypa síni egnu hús.
Vit eru glað fyri hetta og vilja mæla øllum, sum eru í líknandi støðu sum vit, at vera opin um síni fíggjarviðurskifti, sigur Hans Emil Midjord við morgunsendingina.