- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Ferðin er komin í lag, tí systrarnar hava sponsorbørn gjøgnum felagsskapin Kembujeh School Friend.
Arbeiðið fevnir um at screena tenninar hjá børnum á Kembujeh skúlanum og læra tey at busta sínar tenn.
Millum børnini eru fleiri, ið ongantíð hava sæð hvít fólk fyrr, og heldur ikki hava fingið tenn sínar kannaðar.
Tí er hetta nokkso nógv í senn hjá børnunum, siga tær.
Høvuðsorsøkin til, at børn ikki møta í skúla í Gambia er tannapína.
Góð tannheilsa hevur týdning fyri heilsuna sum heild. At kunna gera mun hesum børnunum er motivatión hjá okkum, siga systrarnar, ið vera í Gambia í tvær vikur í hesum umfari.
Heidi og Jensa eru tannrøktarar, men Hansa. sum er lærari, hevði eisini hug at koma við.
Hennnara pedagogiska bakgrund kemur væl við, siga tær tríggjar.
Enn eru børn, ið mangla sponsorar. Tað kostar 575,- um árið fyri at barnið fær skúlagongd, skúlauniform og heitan mat fýra ferð um vikuna, siga systrarnar, sum eisini vilja nýta høvið at takka fyritøkum og privatfólki fyri allar lutir, ið tær hava fingið við sær til Gambia.