- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
300 gongutúrar tøkir á netinum
09-03-2017
Fjallaentusiasturin og rennarin, Pól Sundsskarð, hevur avdúkað heimasíðuna, hiking.fo, við úti við 300 kortløgdum rutum í føroysku náttúruni
Nú er ein nýggj heimasíða avdúkað, sum er sera hent hjá gongufólki - bæði føroysk og útlendskum. Hetta er ein heimasíða full av hentum upplýsingum til fólk, sum hava hug at ganga í fjøllunum.
Avdúkingin fór fram í Spaniastovu í Klaksvík, og talan var um eina hátíðarløtu fyri undangongumanninum, Pól Sundsskarð, sum seinastu trý árini hevur arbeitt við at savna rúgvismikla tilfarið til teir umleið 300 túrarnar, sum í løtuni eru tøkir á hiking.fo.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024