Góðan morgun Føroyar

Føroyar kappast við grannalond um matvirðisløn
03-04-2017
Virðislønin er tann fyrsta av sínum slag, sum gongur millum norðurlondini, og er stuðlað av Norðurlandaráðnum

Morgunsendingin skiftir orð við Janus Vang fra iNova og Sigert Patursson, formann í Bóndafelag Føroya.

Embla er heitið á nýggjari norðurlendskari matvirðisløn, sum bóndafeløgini í norðurlondum standa á odda fyri. Føroyar luttaka í bólkunum:

* Mathandverkarin 2017

* Rávøruframleiðarin 2017

* Matsamskiftarin 2017

* Matferðamál 2017

Eftir áheitan frá Norðurlandaráðnum hava bóndafeløgini í Danmark, Svøríki, Føroyum, Íslandi, Finnlandi, Álandi og Noregi átikið sær at skipa eina virðisløn, sum setur tað staðbundna í miðdepilin.

Endamálið er at styrkja samanhald og vitan landanna millum, og millum tað fólk, sum dagliga arbeiðir við at framleiða, virka og borðreiða fyri okkum øllum, og at menna tað góða tilfeingi vit hava hjá okkum.

Embla verður latin annað hvørt ár, fyrstu ferð í Keypmannahavn í august 2017

Danska bóndafelagið L&F Landbrug & Fødevarer er vertur.

Við handanina verður vertslandið til virðislønina 2019 avdúkað.

- Eg heiti á allar føroyingar at koma við tilnevningum til virðslønina, sigur Sigert Patursson, stýrislimur í Emblu.

Virðislønin verður við til at varpa ljós á føroyskar rávørur, føroyskt mathandverk og á Føroyar sum matferðamál.

Tilnevning verður gjørd á heimasíðuni www.emblafoodaward.com innan 17. apríl.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024