Góðan morgun Føroyar

Sjóneykan verður sett á góðu máltíðina
24-04-2017
Heilsu- og umsorganartænastan hjá Tórshavnar kommunu hevur boðið Kenneth Højgaard, sum er í leiðsluni í Københavns madhus, til Føroya

Aðalmálið við vitjanini er at geva íblástur og vitan til bæði røktarstarvsfólk og kostrøktarstarvsfólk.

Københavns madhus var sett á stovn fyri 10 árum síðani. Tað er eitt verkætlanar- og broytingarhús sum hevur til uppgávu at skapa úrslit, ið síggjast aftur í gerandismati, máltíðum og matvørum.

Tá vit byrjaðu, vóru starvsfólkini í køkinum ósjónlig, og alt ov langt var frá framleiðslu til brúkara, sigur Kenneth Højgaard. Hetta er broytt nú, leggur hann aftrat.

Richa Richardsdóttir, køksleiðari á Boðanesheiminum, heldur ikki, at støðan er so galin í Føroyum. Eindirnar eru smærri, men sjálvandi er rúm fyri betringum,vísir hon á.

Ynskið er, at so nógv sum til ber fáa ágóða og íblástur av vitjanini. Fyri at røkka tí málinum, verður eisini ein almennur fyrilestur á Boðanesheiminum, har Kenneth Højgaard fer at tosa um Ta góðu máltíðina.

Almenni fyrilesturin verður hóskvøldið 27. apríl klokkan 19 í Tórslon á Boðanesheiminum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024