- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
- Sum 18 ára gomul stóð eg í tí støðu, at verða ein av trimum kvinnum í okkara familju. Einasta mannfólki í familjuni var beiggi mín, men hann varð dripin, og tá tú ikki hevr nakað mannfólk í familjuni, hevur tú eingi rættindi. Vit fingu onga hjálp fyri at klára okkum. Tí setti eg meg i samband við UNHCR, sum er ST skrivstovan fyri flóttafólk, og eftir tógvi strýð, eydnaðist okkum at koma til Íslands, sigur Zahra Mesbah, sum í 2012 kom til Íslands saman við systir og mammu síni, úr Afganistan.
Íslensingar hava, síðan miðskeiðis í fimtiárunum tikið móti flóttafólkum, so tey hava drúgvar royndir, sigur Linda Rós Alfreðsdóttir sum hevur arbeitt við evninum seinastu 10 árini sum fultrúi í íslendska vælferðarmálaráðnum. Hon greiðir frá íslendsku skipanini við kvotaflóttafólkum, og hvussu myndugleikar og sivilsamfelag átaka sær hesa avbjóðing saman við millum annað íslendska Reyða Krossi.
Tað er Amnesty International Føroya deild, sum skipar fyri einum átaki í kvøld klokkan 19.30 í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu í Havn. Katrin Dam á Neystabø greiðir í hesi samrøðuni frá, hvat ein kvotaflóttafólkaskipan er, og hvussu íslendska skipanin virkar samanborið við onnur lond