- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Filmurin 'Gomlu handlarnir' lýsir høvuðshandlarnar í Fuglafirði í gomlum døgum, sum vóru Piddasahandil og Handilin hjá Haraldsen. Filmurin verður vístur mánakvøldið kl. 19.
Hin filmurin, sum verður vístur týskvøldið kl. 19, kallast 'Gomlu vinnufyritøkurnar' og er um stóru og týdningarmiklu arbeiðsplássini tá á døgum, Gomlu Smiðju og Gomlu Beding, og um spírarnar til nýggjaru virkini í Fuglafirði.
Filmarnir byggja á samrøður, sum vóru gjørdar við fólk, sum vóru á hesum arbeiðsplássunum í fimti- og sekstiárunum. Flestu samrøðurnar vóru gjørdar í sambandi við nakrar kvøldsetur í Mentanarhúsinum fyri nøkrum árum síðani. Nógvar gamlar myndir eru eisini at síggja í filmunum, eins og vitjað verður á nýggju virkjunum. Signar á Brúnni eigur hugskotið til filmarnar og Zacharias Hammer hevur staðið fyri upptøkunum.