Góðan morgun Føroyar

Við Trump sum ferðaleiðara í Hvítu húsunum
23-05-2017
Drúgv samrøða við Benjamin Rasmussen, sum hevur tikið myndir av Trump fyri Time Magazine

Benajmin Rasmussen sigur, at hann visti, at talan var um ein heilt sjáldsaman møguleika.

Vanliga eru tað somu fotografar, sum avmynda amerikanska forsetan, og aloftast bara á skrivstovuni, the Oval Office.

At sleppa inn, har forsetin býr, og brúka eitt kvøld saman við honum har, er rættiliga óvanligt.

8. mai fingu tey loksins grønt ljós, og tá fór hann, saman við starvsfólki hjá Time, í Hvítu húsini.

Tá trygdartiltøkini vóru avgreidd, vórðu tey leidd inn á aðra skrivstovu.

Trump heilsaði upp á øll, og tendraði síðani sjónvarpið.

Í 20 minuttir vísti hann teimum brot úr hoyring í Senatinum.

Um somu tíð gav hann journalistunum sínar tolkingar av tí, sum var borið fram í Senatinum.

Hvat hann vildi við hesum, veldst um eygað, sum sær, men helst var tað ein máti at taka stýringina og fáa sín boðskap út.

Sum menniskja er hann ógvuliga samansettur, sigur Benjamin Rasmussen.

Hann hevur verið í almenna rúminum so leingi, at hann veit júst, hvussu hann skal vera, tá myndafólk eru í nánd.

Trump er óformellur, mest sum ov vildi onkur hildið, og populistiskur, men eisini høviskur og innbjóðandi.

Í alt var Benjamin Rasmussen í Hvítu húsunum í tríggjar tímar, men bara fáir minuttir vóru til at taka myndirnar.

Starvsfólk í umsitingini vóru alla tíð um tey og søgdu hvar var loyvt, og serliga hvar ikki var loyvt, at taka myndir.

Ljósið og umstøðurnar inni vóru sera vánaligar, og tí brúkti hann fyri tað mesta eitt myndatól, sum var lætt og skjótt at arbeiða við.

Úr myndarøðini var bara ein mynd, sum skuldi skuldi góðkennast, áðrenn hon kom í Time.

Orsøkin var, at andlitið á Trump speglaðist í eini hurð, og at hann tí vísti seg frá eini síðu, sum ikki var uppsett og tilgjørd eins og á hinum myndunum.

Benjamin Rasmussen hevur tikið fleiri aðrar myndarøðir, og hann dugir illa at siga, hvør teirra hevur størstan týdning.

- Tá ein verkætlan er liðug, er tað týdningarmesta, tað, sum kemur næst, sigur Benjamin Rasmussen at enda.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024