- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Bindiklubbakonurnar fingu ein ógvisligan skelk á jólum í fjør.
Ein av vinkonunum, ið hevði verið uttanlands í fleiri ár, men sum nú var flutt heim aftur, var við í jólaveitsluni. At hon var farin av landinum inniliga ørkymlað, tí hon var vorðin kynsliga og andliga misnýtt, óraðu tær ikki.
Men viljin til at hevna tað, ið tær hevði verið fyri, vaks sum krabbasvullur í henni, og komin heim, framdi hon ætlanina í verki. Ikki einans tók hon lívið av manninum, ið hevði gjørt seg inn á hana, men skuldi eisini gera av við vinkonuna, ið var upphavið til skeiklaða lívið.
Vinkonan varð bjargað í evstu løtu.
Í juni í ár skipa tær fyri einum hugnaligum vikuskifti í lítlari bygd norðanfyri. Tær kopla úr tí vanliga gerandisdegnum og seta í frígir – nú verður prát, látur, vín, túrar, hvíld á skránni.
Sama leygarmorgun, sum tær keypa inn á veg út úr gerandisdegnum, verður í tíðindunum sagt frá, at ein útróðrarbátur hevur fingið ein gummistivla hjá einum eftirlýstum sjómanni á línuna. Maðurin, sum var farin at drekka illa, tí okkurt nívdi hann, hevði verið saknaður eina tíð.
Hetta átti ikki at ávirkað útferðina hjá kvinnunum úr Norðvík.
Men tað vikuskiftið hendir ymist, ið skakar lítlu bygdina í sínum grundvølli, tí tá ið skýmt er, standa brádliga logar úr húsunum hjá gamla læraranum, og tá ið slepst framat, fáa fólk enn ein skelk, tí lærarin hongur deyður undan bitanum í hjallinum við lykkju um hálsin.
Ein av bindiklubbakonunum fór einsamøll út at spáka sær ein túr, meðan hinar sótu og sjabbaðu um okkurt. Hon skuldi bara líka fáa sær luft – men hon kom ikki afturíaftur.
Eingin skilir nakað. Ongar ábendingar hava verið um nakað óvanligt, men bindiklubburin er aftur í brennideplinum, og úr havinum rísur ein nýggjur duldarfullur dagur.