Góðan morgun Føroyar

Drúgstokt lambskjøt til fólkið
27-06-2017
Lambskjøtið verður stokt í jørðini í umleið fimm tímar. Tá er tað best, sigur kokkurin Gutti Winther

Floksmenninir, Høgni Nev, Rógvi Skel, Hálvdan Úlvsson og Sjúrður við Gellingará, fýra mans, sum vildu leggja Føroyar undir seg, men ístaðin vórðu tiknir av døgum. Teir vóru stoyttir oman av Valaknúkum. Hetta er ein av søgunum, sum verður søgd í Hattarvík leygardagin 8. juli, tá skipað verður fyri Floksmannadegi í Hattarvík.

Gingið verður niðan á Knúk og síðani allan vegin fram við eggini. Hugt verður omanyvir Bispin, ella Stapan, og niður í Leypurskorð, har bert tann eini veðrurin heldur til. Síðan verður gingið oman ígjøgnum Líðina og inn í Uppistovugarðin.

Hesin túrur tekur uml. 3 tímar, har ferðaleiðarar og hjálparfólk eru við og greitt verður frá ymiskum søguligum á vegnum.
Fólkini, sum eru við á túrinum, eru eisini við til at grava máltíðina upp og borðreiða. Afturvið verða føroyskt framleiddir snapsir og serlig bryggja Floksmannabjór.

Tað er kokkurin Gutti Winther og Símun Gullaksen, bóndi, sum skipa fyri.

Les um túrin her (hósdagurin er avlýstur)

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024