- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Misti dóttrina í ferðsluvanlukku
30-06-2017
Marianna Gullaksen misti dóttrina í ferðsluvanlukku í 2012, og nú sunnudagin fer hon saman við fleiri øðrum at minnast tey, ið eru farin í ferðsluni
Hjørdis Gullaksen var bert 21 ára gomul, tá hon lív í ferðsluvanlukku. Tað var eitt desemburkvøld í 2012. Tað var myrkt og nógv svarthálka var. Hjørdis misti tamarhaldið á bilinum og rendi á. Harði stoyturin var orsøkin til, at Hjørdis lat lív.
Tað eru skjótt fimm ár liðin síðani hendingina hetta desemburkvøldið. Mamma Hjørdis, Marianna Gullaksen, greiðir frá, hvussu hon upplivdi hetta. Harafturat er hon eisini ørg inná, at bilførarar tann dag í dag ikki vísa nóg nógvan ans í ferðsluni.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024