- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
The Reverends ganga nýggjar leiðir
11-09-2017
Sometimes I Wish eitur nýggi sangurin, sum The Reverends hava latið frá sær
Vit vóru kanska blivinir eitt sindur troyttir av kontri, og høvdu hug at royna okkurt annað.
Tað sigur Niclas Thorsteinsson, sangari í The Reverends.
Í fleiri ár búðu limirnir allir uttanlands, men nú eru teir flestu búsitandi í Føroyum.
Hetta gevur okkum betri møguleikar at arbeiða við okkara tilfari, sigur sangarin.
- Einki er sum at vera saman í einum venjingarhøli og spæla.
Tónleikurin er tikin upp í studio Bloch, og Óli Poulsen hevur miksað og mastrað.
Sometimes I Wish er fyrsta sangur av fleiri, ið bólkurin fer at lata úr hondum næstu tíðina.
Tónleikavideo er framleidd til sangin.
Gudmund Helmsdal Nielsen hevur framleitt. Videoin sæst her
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024