- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Ein kanning, sum Megafon hevur gjørt í Danmark, vísir, at heili 48 prosent av øllum dønum halda, at tað er eitt gott hugskot, at rørsla ella venjing skal vera fastur partur av einum arbeiðsdegi.
Fleiri fyritøkur í Føroyum eggja starvsfólkunum at røra seg í arbeiðstíðini. Eitt teirra er bilasølan Autoservice.
- Vit hava seinastu trý árini skipað fyri ymiskum tiltøkum, soleiðis at starvsfólkini fáa meira rørslu inn í gerandisdagin, eisini meðan tey eru til arbeiðis, siugr Pól Jákup Poulsen, stjóri í Autoservice.
Eitt nú hava starvsfólkini fingið ítróttarklæðir, fetteljara og renniur. Somuleiðis hevur arbeiðsplássið skipað fyri kapingum fyri at egga starvsfólkunum at røra seg meir.
- Tað er einki at ivast í, at tað er ein góð íløga fyri okkum, tí fólkini eru glaðari og betur uppløgd, sigur Pól Jákup Poulsen.
Hoyr Pól Jákup Poulsen fortelja, hvussu tey royna at fáa starvsfólkini at verða meira tilvitað um ein sunnan lívsstíl, í ljóðbrotinum omanfyri.