Góðan morgun Føroyar

Eigur heimsins størsta skíðlærarafelag
12-09-2017
Ottar í Hjøllum heldur, at tað kann løna seg at taka eitt sabbatár frá lestrinum

Fyri fimm árum síðani stovnaðu Ottar í Hjøllum og ein vinmaður á Copenhagen Business School fyritøkuna Snowminds.

Tað var teirra felags áhugi fyri at standa á skíð, sum var íblásturin til felagið, sum hevur til endamáls at útbúgva skíðlærarar.

Hugskotið hevur nú ment seg til lønandi vinnu, og í fjør vórðu 450 skíðlærarar útbúnir og fingu starv.

Í grundini er Snowminds í dag heimsins størsta fyritøka av sínum slagi.

Eisini hava vinmenninir báðir sett onnur feløg á stovn, sum øll hava okkurt við tað at standa á skíð at gera. 

Ottar í Hjøllum hevur framløgu á tiltakinum Markleys útbúgving í Norðurlandahúsinum hósdagin..

Markleys útbúgving er í ár serliga ætlað teimum, sum ganga á síðsta ári á gymnasiala miðnámi. Men øll áhugað hava ókeypis atgongd uttan tilmelding frá klokkan 10.15 til 15.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024